Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Magnus Heinason var á Føroya Banka í farna mánað, har hann fekk 161 toskar og umleið 5 tons av hýsu.

Matstovan Barbara hevði fult hús trý kvøld, har fólk gleddust um vælsmakkin av Føroya Banka, millum heimsins bestu rávørur.

Aftaná at hava verið friðaður í fleiri ár, hevur toskurin ikki ment seg so nógv, sum vónað hevur verið. Ein orsøkin er sjalvandi, at ovurhonds ránsveiðan nærum oyddi toskin, og at gýtingarstovnurin harav er sera lítil og viðbrekin.

Nú eru havfrøðingar farnir at gera vart við eitt annað sera álvarsamt fyribrigdi, nevniliga veðurlagsbroytingar á okkara leiðum.

Veðurlagsbroytingar gera, at sjógvurin hitnar. Tað er staðfest, at tað er heitari a Føroya Banka enn á landgrunninum, og er man farin at tosa um, at tað kanska longu nú er ov heitt á Bankanum hjá toskinum at gýta, sum hann skal.

Hýsan tolir betur hita, men øktur hiti er sera skaðiligur fyri nebbasildina.

Er hitin á Føroya Banki kanska fyrsta ítøkiliga dømi uppá skaðiligar veðurlagsbroytingar hjá okkum?

Fer tað veruliga at hitna á landgrunninum, kann hetta fáa risa negativar avleiðingar fyri Føroyar, um toskurin og nebbasildin hvørva og allarhelst ivasamt, um tað fer at bera til at ala laks á sjógvi.

Hetta eru álvarsmál, og eru stig tikin til at halda eina ráðstevnu í Nordurlandahusinum 11 september um hesi evni, sum hava vitalan tydning fyri okkara samfelag.

Johan Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo