Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Krutl

- Jú, tað kann eg vátta. Tað passar at vit ætla at hava maðk við í onkrum røstum rætti. Maðkurin er jú ein partur av søguni um ræsta kjøtið, sigur Johannes Jensen, tá VP spyr um hann kann vátta, at maðkur verður í onkrum av rættunum sum Koks ætlar at borðreiða við.

Royndarsmakkingar hava verið, har fólk við góðum skili fyri slíkum hava sagt sína hugsan og góðkent ætlanirnar.

Hjá flestu føroyingum man maðkur í kjøti tó neyvan vekja tær størstu gastronomisku kenslurnar. Tvørtur ímóti hevur maðkurin helst oyðilagt matarlystin hjá mongum. Men tað ræðir ikki tey á Koks. Tí tað snýr seg um at tora at bróta mørk og ganga nýggjar leiðir tá tú gert fínan mat.

- Hetta er sjálvandi ikki onkur tilvildarligur maðkur sum vit hava funnið,  men maðkur, sum vit hava fingið 'framleitt til endamálið' sigur Johannes Jensen, sum eisini leggur afturat, at gestirnir sjálvandi sjálvir gera av, um teir eta maðkarnar ella ikki. 

- Men teir kunnu etast, sigur Johannes Jensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo