Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Nevndin í Kollafjarðar Bátafelag: Nú bátafelagið hevur 20 ár á baki, er ætlanin at hátíðarhalda dagin, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Bátafelagið var stovna í 1999 og hevur verið virkið síðani. Felagið hevur voksið nógv, og tað er nú umleið 100 limir. Í hesum tíðarskeiðnum eru nógvar broytingar farnar fram, og felagið hevur havt nógva framgongd. Bátafelagið hevur í samstarv við Tórshavnar kommunu arbeitt við at betra umstøðurnar í bátahylinum hjá bátaeigarum, millum annað hevur kommunan í ár gjørt vesi og brúsi umstøðurnar sera góðar.

Liminir hava í longri tíð arbeitt sjálvbodnir við at betra umstøðurnar, bæði innan og uttan fyri felagshúsið, so sum terassu, rampu til rørslutarnaði. Tó er nógv eftir at gera inni í felagshúsinum, og tískil er ætlanin at samla pening inn, so at felagshúsið kann lúka øll krøv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo