Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tiltøk

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum borgarum í Tórshavnar kommunu høvi at vitja ókeypis súkkluverkstað í Tórsgøtu leygardagin 16. september, tá ið tiltakið Slaktið eisini er í Tórsgøtu. Tilboðið er liður í kommunala átakinum FERÐAST GRØNT, ið stuðlar undir burðardygga ferðslu.

Súkklukøn fólk vitja á støðunum, og til ber hjá øllum vitjandi at fáa góð ráð um súkkluna. Í komandi viku ber eisini til at fara fram við ymiskum skúlum í kommununi og fáa serkønan at hyggja at súkkluni. Yvirlit sæst niðanfyri.

Tey fyrstu 30 fólkini á hvørjum staði fáa eina ókeypis regnverju til skúlataskuna frá FERÐAST GRØNT.

Takið súkkluna við og fái eitt ókeypis eftirlit umframt góð ráð frá serkønum!

 Stað Dagur  Klokkan  
 Tórsgøta  Leygardag, 16. september  kl. 11-15   
 Kaldbaks skúli  Mánadag 18. september kl. 11:30-13:30  
 Kollafjarðar skúli Týsdag 19. september kl. 14-17  
 Hoyvíkar skúli Mikudag 20. september kl. 14-17  
 Skúlin á Fløtum – eindin á Argjum Hósdag 21. september Kl. 14-17  
 Eysturskúlin Fríggjadag 22. september Kl. 14-17

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann