Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Føroysku U16 genturnar spæla EM-undankapping í Stórhøllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Men tað eru ikki bara genturnar, ið sleppa við, tí øll fáa ókeypis atgongd.

Fyrstu ferð

Hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping, so vit eru øll spent at síggja, hvussu tað fer at ganga. Hetta er samstundis størsta einstaka kappingin, ið Flogbóltssambandið hevur fyriskipað, so eisini tað er spennandi. Hetta er alt samalt liður í tilgongdini at menna leikararnar til størru uppgávurnar, ið liggja fyri framman á altjóða pallinum. Bæði fyri leikararnar og fyri fyriskipararnar.

Øll sleppa við!

Tað verða 12 gentur, ið skulu umboða Føroyar á vøllinum, men allir føroyingar og áhugað annars kunnu gera sítt til at stuðla teimum 12, tí tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.

Dystarskráin fríggjadagin sær soleiðis út:

kl.   8.30 Finnland - Ísland

kl. 10.30 Danmark - Írland

kl. 13.00 Svøríki - Ísland

kl. 15.00 Føroyar - Írland

kl. 17.30 Finnland - Svøríki

kl. 19.30 Danmark - Føroyar

Alt eftir, hvussu úrslitini hætta seg, verða fjórðings- og hálvfinalur leiktar leygardagin og dystirnir um endaligu støðuna sunnudagin.

Væl komin!

Allir dystirnir verða stroymdir – um hetta er nærri kunnað um á www.fbf.fo

Leikararnir eru:

TB:

Bjarta Sørensen

ÍF:

Nicola Toftegaard

KÍF:

Milja Silvansdóttir

Kristianna Bartalsdóttir

Dráttur:

Paula Nattestad Joensen

Kristina Louisa Thomassen

SÍ:

Anja Sólja Niclasen

Bára Jansdóttir

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

Rannveig Rós Joensen

Sofía Weihe Simonsen

Tóta Búadóttir

Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo