Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Kommunala skattingin lækkar við fjerðingsprosentiðí Runavíkar kommunu - úr 22%'um niður í 21,75% og børn og ung (6–18 ár) fáa hvør sítt Spjaldur (frítíðarkort), ið tilsamans tekur hálva aðru millión krónur av rakstrinum.

Fíggjarætlanin fyri 2020 javnvigar við 228 mió. kr., barnafrádrátturin verður framhaldandi 8 túsund krónur, ansingargjøldini tey somu, skuldin verður niðurgoldin við 10,2 mió. kr., ongi lán verða upptikin í 2020 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 4,99%´um, sum í mestan mun er ein avleiðing av sáttmálabundnum lønarhækkingum, stórum fólkavøkstri og øktari starvsfólkamegi á tekniska- og ferðavinnuøkinum. Umframt hetta er semja í býráðnum um at raðfesta børn og ung við einum Spjaldri (frítíðarkorti), sum ber við sær, at øll, sum eru ímillum 6 og 18 ára gomul, fáa eitt ognarkort á 2 túsund krónur árliga, sum bert kann nýtast til at gera brúk av ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboðum í Runavíkar kommunu – meiri verður at frætta um hetta í serstakari grein. Kostnaðurin av hesum tilboði er, sum nevnt, 1,5 mió. kr. árliga. Í løtuni svarar skuldin hjá Runavíkar kommunu til 54% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 62% av einari álíkning um ársskiftið 2019/20.

Allan leygardagin, hin 26. oktober, brúkti býráðið til tess at fáa smíðaða eina fíggjarætlan fyri næsta árið. Í kvøld – hin 31. oktober – var fyrsta viðgerð av FÆ2020 á almennum býráðsfundi. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og allir teir møttu býráðslimirnir tóku undir við uppskotinum til FÆ2020. Onnur og endaliga viðgerðin verður ætlandi á almennum býráðsfundi hin 28. november 2019.

Sambært FÆ2020 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 51,4 mió. kr. í árinum, sum kemur. Umframt tøk grundøkir í fleiri bygdum, hevur býráðið samtykt at halda fram við útstykkingini (2. byggistig) í Leitinum í Runavík/Saltangará. Í dag varð sáttmáli undirritaður við Articon um útstykking á Hórheiðum á Skála (27 grundøkir), og klárt er at bjóða út 7 grundøki í Æðuvík. Hetta sæst sjálvandi aftur í raðfestingini íløgum viðvíkjandi.

Onnur størri mál eru umbyggingar á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, sum m.a. hevur við sær, at teir báðir køkarnir verða ein køkur, Heimarøktin flytir úr kjallaranum í Heilsudeplinum niðan á Røktar- og Ellisheimið og svimjingarhylurin, sum ikki hevur verið brúktur í á leið 10 ár, letur uppaftur. Nýggja ætlaða svimjihøllin í Runavík, ið nú verður neyvætlað, og sum væntandi kann bjóðast út á vári 2021. Aktivitetshúsið - Gula Smiðjan, sum verður liðug umvæld uttan í ár og væntandi kann takast í brúk í 2020/2021. Umbyggingar og ábøtur á kommunalar bygningar. Miðbýarætlanin. Vatnverk í Oyndarfirði og kommunala spillivatnsætlanin.

Runavíkar kommuna hevur valt at reka kommununa í 2020 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst, sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2020 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo