Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Politikkur

Jacob Vestergaard á Facebook: Nú skulu Høgni Hoydal og Poul Michelsen ognartaka rættin hjá jarðaeigarum at skipa egin privat viðurskiftir á egnum lendi.

Tað undrar heldur ikki, at tað eru hesir báðir, sum nú fyrireika álop á privata ognarrættin. Líka síðan teir komu til, hava teir roynt at lýst viðurskiftini í føroysku hagunum ógreið og óskipað. Serliga hava teir ilt av, at jarðaeigarar og bøndur fáa inntøkur av teimun nýggju lunnindunum, sum ferðavinna…n førir við sær.

Søgan hevur óteljandi dømir um, hvussu tað hevur gingist, tá valdshavarar hava gjørt seg inn á privata ognarrættin og tikið rættindir frá jarðaeigarum og bøndrum. Tað er ikki av ongum, at privati ognarrætturin er vardur í grundlógini.

Somu gomlu grundgevingarnar verða nýttar. Valdshavararnir, Høgni og Poul, vita best, hvussu jarðaeigarar og bøndur kring landið skulu skipa síni viðurskiftir. Saman við Visit Faroe Islands skulu teir umsita alla jørðina í Føroyum, bæði privatu- og festijørðina.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo