Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Kommunulæknafelag Føroya vil í samband við orðaskifti um ikki nøktandi samskifti við HIMR koma við hesum skrivi:

Vit leggja okkum ikki út í aktuellu støðuna um fyrrverandi sjúkrahústjóran.

Men útsøgnirnar frá fyrrverandi læknastjóra og fyrrverandi sjúkrahússtjóra viðvíkjandi ikki nøktandi samskifti við HIMR kenna vit alt ov væl í Kommunulæknafelagnum.

Vit hava ta greiðu fatan, at óhepnar støður koma av, at heilsufaklig kompetanca manglar í HIMR.

Sum fakbólkur hava vit seinastu árini upplivað ferð eftir ferð, at vit ikki verða hoyrd í HIMR.

Vit hoyra óbeinleiðis um ætlanir um stórar broytingar í okkara arbeiðsviðurskiftum, men vit verða ikki tikin við uppá ráð og hava onga ávirkan.

Í nøkrum førum er Kommunulæknafelagið biðið um at koma við hoyringssvari.

Men vit uppliva, at samsvara svar felagsins ikki við ætlanirnar hjá HIMR, verða sjónarmiðini hjá okkara fakbólki ikki tikin við.

Og ætlanirnar hjá HIMR verða koyrdar ígjøgnum hóast tað er okkara fatan, at tað ikki er til gagns fyri borgaran.

Ímeðan vit eru í sáttmálasamráðingum arbeiðir HIMR við stórum verkætlanum um kolveltandi broytingar innan kommunulæknaøkið, uttan at kommunulæknarnir hava nakað at siga.

Tað er hugstoytt at síggja, at arbeitt verður víðari við ætlanum, sum vit ráða frá, og uttan okkara íkast.

Avgerðir og ætlanir, ið HIMR hevur tikið, hava í fleiri førum gjørt eina torføra støðu í kommunulæknaøkinum verri, har vit høvdu vænta at HIMR var við til at loysa og bøta um trupulleikarnar.

Kommunulæknafelag Føroya vónar við hesum at vera við til at varpa ljós á, at heilsufaklig kompetanca má uppraðfestast í HIMR fyri at bøta um samskifti millum avvarðandi partar í føroyska heilsuverkinum.

Kommunulæknafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo