Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Ein undrast ofta, tá politikarar royna at verja sínar avgerðir, og koma við niðurstøðum, íð skulu undirbyggja avgerðirnar.

Hoyrdi Sirið Stenberg í D.V. 29/1 2018, har hon skuldi verja avtaluna Landsstýrið hevði gjørt við ”hesta meklaran” í Klaksvíkar býráð, og keypt fyri 15 millónir í rossum frá honum.

Niðurstøðan: Kommunulækna trupulleikin í Norðoyggjum, hevði langt síðani verið loystur, um allir kommunulæknarnir fyri langari tíð síðani vóru fluttir á ”Ellisheimið”.

Hví hundan hava tit ikki sett hetta geniala hugskot í verk aðrastaðni, har trupulleikarnir eru enn størri?

T.d. flutt allar kommunulæknarnar í Suðurstreymoy út á ”Ellisheimið”?

Ella hví hava tit ikki loyst trupulleikan í Suðurstreymoy við at leggja alla kommunulæknaskipanina inn í tað veldugu útbyggjana av Landssjúkrahúsinum?

Um loysnin er, at loysa kommunulæknatrupulleikan við at flyta læknarnar á ”Ellisheimini”.  

So haldi eg frúgvin Sirið Stenberg skal byrja onkra aðrastaðni enn í Norðoyggjum.

Absalon í Buð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo