Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Sørvágs bygdaráð samtykti á bygdaráðsfundi mikukvøldið hin 27. november 2019 fíggjarætlanina fyri 2020.

Í tølunum sæst millum annað, at frá næsta ári at rokna verður tað lagaligari hjá skattaborgarunum í kommununi, tí kommunuskatturin lækkar úr 21,7% niður í 21%. So lágur hevur hann ikki verið síðani 2014.

- Hetta merkir, at skattaborgararnir fara at rinda umleið 1,6 mió. minni í kommunukassan í 2020. Barnafrádrátturin verður framhaldandi 6 túsund krónur, sigur Sørvágs Kommuna á heimasíðuni.

Fíggjarætlanin fyri 2020 javnvigar við góðum 77 mió. kr. Inntøkurnar eru mettar til kr. 77.270.135,-. Av hesum er persónsskatturin kr. 48.323.000 og partafelagsskatturin kr. 2.000.000. Restin er afturbering frá landinum til eldraøkið. Raksturin er mettur til kr. 51.319.000, og kr. 23.500.000 eru settar av til íløgur.

Kommunan fer at gera íløgur fyri 23,5 mió kr næsta ár, tað mesta fer til at gera útstykkingina á Middagsvarða lidna. Eisini skulu nýggjar bátabrúgvar keypast og barnaansingin fær eisini betri umstøður. Peningur er eisini settur av til m.a. tað síðsta umvælingararbeiðið av heiminum á Sýnini, fríðkan av kommununi, kirkjugarðin og framhaldandi dagføring av spillivatnsskipanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo