Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Nógv gott fólk bjóðar seg fram sum valevni á ymiskum listum fyri ymiskar flokkar. Flestu, eg síggi, eru kend andlit, ið hava verið í leikum fyrr. Summi eru núsitandi, onkur av teimum hava sitið í meira enn mansaldur.

Onnur hava verið inni í hitanum fyrr og ætla sær nú aftur upp í dansin. Øll hava tey okkurt á hjarta. Tað vil so vera. Hava tey ikki okkurt hjartamál, so er jú ongin, ið vil velja.

Ein er, Jógvan Arge, býráðslimur og 1. varaborgarstjóri (sum av onkrum orsøkum ikki er varaborgarstjóri kortini) ið hevur nevnt atkomuveg til Havnar. Hann hevur nevnt, at hetta mál nú má loysast, og tað má loysast við viti og við skili.

Eitt er, sum undrar meg almikið. Hví er ongin núsitandi býráðslimur, sum reypar av tí fantastiska arbeiði, sum er lagt í ytra ringveg um Havnina?

Leivur Hansen er komin undan væðingini aftur og er farin at prætika um rundkoyring við Eystara Ringveg/Hvítanesvegin. Tað hjálpir onki uppá trýstið, sum er á innara ferðslukervið í býnum. Tað kann bert ein ytri ringvegur gera.

Tann ringvegurin má og skal førast uttanum býin, og ikki gjøgnum býin.  
Havnin er um at kóðna av ferðslu og hevur harðliga brúk fyri einum ytra ringvegi.

Jógvan Arge nevnir, at har liggja onkrir hissini vegastubbar og at onkur brúgv stendur og peiggjar út í tóman heim. Jú, har er nokk okkurt um tað.

Eg veit ikki um tað hevði verið stuttligt, men áhugavert hevði tað ivaleyst verið at vitað, hvat hesir vegastubbar og hesar brýr hava kostað havnarborgarum millum ár og dag. Higartil er skammiliga lítið komið burturúr.

Far tær ein túr niðan á hamaran sunnanfyri Villingardalsfoss, ella kanska lættari: Far inn á GOOGLE EARTH, so sært tú tankan í tí ambitiøsu ætlanini, og hvat er gjørt.

Klandur við Landsverk um til- og frákoyringarvegir hevur verið ein undanførsla.

Nú er – sum eitt moldvørpuskot – ein tunnilsmunni á veg upp á Hvítanesi. SURPRISE! Tórshavnar Býráð yvirhálað av veruleikanum. HVÍ? Visti ongin av?

Nú er so graml um, at eit neyðaregg skal “lanserast”, nemliga at ferðslan frá Skálafjarðatunlinum skal leiðast eftir einum vegi, sum fyri nøkrum árum síðan var gjørdur í einum vissum farti fyri at tekkjast einum sápubløðruprojekti (Stóratjørn).

Framhaldið av hesum vegnum skuldi vera ein av atkomvegunum (ella frákoyringarvegunum) til/frá ytra ringvegnum. Hesin vegurin gongur tætt framvið bygdum økjum, sum hava útkoyring beinleiðis út á sama veg.

Harafturat hevur Tórshavnar Kommuna nýliga útstykkjað eitt øki, sum eisini hevur útkoyring beinleiðis út á sama veg. Grundstykkið, sum liggur næst vegnum, er umleið 10 metrar frá vegnum (um ikki minni).

VÆLKOMIN TIL HAVNAR, tit nýggju borgarar, sum flyta heimaftur at byggja land. “Keypið grundstykki í Tórshavnar Kommunu og fá ein motorveg í túnið”

Hinumegin Tangafjørð er ein borgarstjóri farin at ressast í stólinum. Hann ger tað dundrandi vrøvl í sambandi við tunnilsmunnan í hinum endanum. Hann finnur seg ikki í, at vera viðfarin sum ein kastibløðka. Hvat siga vit í Havn?

Eigarafelagið Inni á Gøtu hevur mótmælt ætlanini hjá Tórshavnar Býráð at lansera neyðareggið.

Kommentarurin frá býráðsliminum, sum tók ímóti var: Viðgerðin er ikki liðug. Hetta verður tikið við í viðgerðini.

Hvussu leingi hevur hendan viðgerin verið í gongd?

Hvussu leingi hevur brúgvin um Hoydalsá niðanvert trøðna hjá Bil Óla staðið og peiggjað út í tóman heim?

Hvussu leingi hava vegastubbarnir ligið og bíðað eftir at verða samanbundnir?

Og hvussu leingi skal tann rímiliga nýbygda enorma viaduktin, sum J&K Petersen hevur stoypt, bíða eftir, at hon verður ein partur av einum rinvegi UM Havnina, og ikki ein stór stór skomm sum vitni um eitt handlingslammað býráð, sum knappliga er yvirhálað og nú letur seg draga upp á tráð av einum projekti, sum borgarar í Havn lítlan og ongan áhuga hava í?

Tit, sum hava sitið í Tórshavnar Býráð í nógv nógv harrans ár, hví reypa tit ikki av hesum?

Her tosa vit ikki um eitt valskeið – áh nei, heldur ikki tvey, og heldur ikki trý – kanska heldur nærri fýra. 

Fyribilsloysnum hava vit havt ovmikið av.

Og spennandi verður at frætta, hvussu nýheimafturkomni borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fer at fylgja upp sínum egnu útsøgnum um hetta evni á seinasta býráðsfundi, áðrenn hann fór á ST aðalfund í New York.

Jan Bendtsen,
Hoyvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo