Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Listasavnið: Áhugin fyri føroyskari list og listafólkum var ikki at ivast í, tá ið Listasavn Føroya týsdagin var vertur fyri rundvísing í sambandi við óalmennu vitjanina hjá H.K.H. Krúnprins Fríðriki.

Savnsgestirnir á Listasavni Føroya gjørdust bilsnir, tá ið teir týsdag seinnapart kundu síggja H.K.H. Krúnprinsin ganga runt millum gestirnar og forvitin hyggja at listaverkunum á Listasavninum, uttan at vitjanin hjá krúnprinsinum varð kunngjørd frammanundan.

Krúnprinsurin hevur, sum partur av síni óalmennu vitjan í Føroyum, ynskt at vitja Listasavn Føroya aftur og uppliva fjølbroytta savnið av listaverkum umframt at verða dagførdur um tey nýggjastu rákini í føroyskari samtíðarlist. Ein vitjan, sum krúnprinsurin fór til við stórum áhuga, greiðir savnsstjóri Karina Lykke Grand frá.

Krúnprinsurin hevði stóran kunnleika um fleiri myndevni, bæði eldri listaverk og meira nýmótans verk á savninum. Stóri áhugin hjá krúnprinsinum fyri føroyskari list var sera týðiligur í prátinum, sigur Karina Lykke Grand.

Meðan rundvísingin var, vóru tað serliga lýsingarnar hjá listafólkunum av havinum, landslagnum, fjøllunum og føroyskum siðvenjum, eins og tær modernaðu Føroyar, sum hugtóku krúnprinsin.

- Tað hevur verið ein stór uppliving at fáa vitjan av krúnprinsinum, og tað var deiligt at síggja, at krúnprinsurin kendi landafrøðina í nógvum myndevnum hjá listafólkunum frá sínum vitjanum í Føroyum. Vit vóna miriliga eisini at kunna bjóða hinum partinum av kongafamiljuni hjartaliga vælkomnari á Listasavn Føroya, sigur Karina Lykke Grand.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo