Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tónleikur

Verður sunnudagin 17. september 2017  kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum

Willy Egmose, organistur og jazzpianistur, var sum næmingur á Blindainstituttinum í Keypmannahavn á ferð í Føroyum í 1960, og fekk tá høvi at spæla í Útvarpi Føroya.

Nú kemur Willy Egmose so aftur til Føroya, hesuferð saman við Skjern Kirkes Voksenkor, har hann hevur verið leiðari,  síðani kórið byrjaði fyri 40 árum síðani.

Kórið hevur eina fjølbroytta skrá:

Skráin er kirkjulig og verðslig, klassisk og rútmisk umframt, at annað eisini er á skránni.

Við sær á Føroyaferðini hevur Willy Egmose Tinu Lynderup, solist, og sjálvur spælir hann undir á piano.

Konsertin í Norðurlandahúsinum er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann