Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Hóast tey sum fara á konsert í eitt nú Parkini í Keypmannahavn skulu ígjøgnum neyvar trygdarkanningar so kunnu starvsfólk ótarnað ganga inn og út.

Tað avdúkaði sendingin 'Afsløret' sum DR sendi í gjár.

Eftir fleiri yvirgangsatsóknir í Evropa eru trygdareftirlitini nógv herd, men tað er eftir øllum at døma bert galdandi fyri tey vitjandi og ikki fyri tey nógvu starvsfólkini, sum ofta hava sera góða atgongd til heimsstjørnur sum Justin Bieber, Bryan Adams og Celine Dion.

Sendingin vísir millum annað, hvussu eitt starvsfólk uttan nakað hóvasták fekk arbeiði og løtu seinni hevði frítt at fara uttan nakra kanning av viðkomandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo