Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Politikkur

Sebastian Kurz og konservativi fólkaflokkurin hava eftir at allar atkvøðurnar eru taldar upp vunnið ein tryggan sigur á eysturríkska valinum.

Fyrrverandi kanslarin, sum í mai var noyddur at leggja frá sær, og flokkur hansara fingu 38,5 prosent av atkvøðunum. Talan er um eina framgongd á meira enn seks prosentstig í mun til valið í 2017.

Næststørsti flokkurin á valinum gjørdist socialdemokratarnir, sum fingu 21,5 prosent av atkvøðunum. Talan er um eina afturgongd á umleið fimm prosentstig í mun til fyri tveimum árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo