Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Leygardagin 22. apríl var Kontrast-FM hildið í Høllini á Hálsi. Kontrast-FM er stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo.

Heiðursmerkini í badminton blivu deild soleiðis:

Tvímansleikur kvinnur
Gull: Gunnva Jacobsen/Kristina Eriksen, HBF
Silvur: Sissal Thomsen/Alma Kentsdóttir Pedersen, HBF
Bronsu: Mona Rasmusdóttir, ÍF/Lena Maria Joensen, KBF og
Adhya Nandy/Miriam Í Grótinum, HBF

Tvímansleikur menn
Gull: Benjamin Gunnarstein/Magnus Dal-Christiansen, HBF
Silvur: Aksel Poulsen/Hilmar Kass, HBF
Bronsu: Rógvi Poulsen/Magnus Gaard, HBF og
Ari Nandy, HBF/Ari M. Jacobsen, KBF

Blandaður tvímansleikur
Gull: Rannvá Djurhuus Carlsson/Benjamin Gunnarstein, HBF
Silvur: Gunnva Jacobsen/Magnus Dal-Christiansen, HBF
Bronsu: Alma Kentsdóttir Pedersen/Rógvi Poulsen, HBF og
Bjørg Djurhuus/Aksel Poulsen, HBF

Einmansleikur kvinnur
Gull: Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF
Silvur: Kristina Eriksen, HBF
Bronsu: Alma Kentsdóttir Pedersen, HBF og Gunnva Jacobsen, HBF

Einmansleikur menn
Gull: Benjamin Gunnarstein, HBF
Silvur: Magnus Dal-Christiansen, HBF
Bronsu: Aksel Poulsen, HBF og Hilmar Kass, HBF

Badmintonsamband Føroya hevur, saman við feløgunum kring landið, seinastu árini havt fokus á at menna kvinnusíðuna í badminton. Og hyggja vit at tvímansleiki hjá kvinnum, so er elsti leikarin 18 ára gomul og yngsti 12 ára gomul, so framtíðin er sera bjørt við nógvum úrmælingum.

Eisini er vert at nevna, at á mannfólkasíðuni eru eisini fleiri úrmælingar á veg, sum fara at mynda framtíðina saman við teimum, sum eru ovast nú.

Formaðurin í BSF, Erik Engelbrecht Thomsen, gleðist um ta framgongd, sum er innan badminton. Hann sigur:"Eg eri sera spentur at fylgja hesum ungu og dugnaligu leikarunum. Tey eldru eru fyrimyndirnar hjá teimum, og kunnu tey hjálpa teimum ungu, sum nú eru á veg fram."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo