Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Politikkur

Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt kort, sum vísir valstøðini í Føroyum komandi fólkatingsval.

Í alt eru 58 valstøð.

Roknað eftir vídd er størsta valstað Giljanes, har fólk úr Miðvági og Sandavági velja,  og tað minsta Lopra.

Hetta er annars seinasta ferð, at veljararnir í Haraldssundi sleppa at velja á staðnum. Til løgtingsvalið fer atkvøðugreiðslan fram í Kunoyar bygd.

Kortið við valstøðum kann heintast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo