Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag havt vitjan av Krabbameinsfelagnum. Krabbameinsfelagið er samansett av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og øðrum, og verður stýrt av eini 5-manna nevnd.

Felagið ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi alt eftir tørvinum hjá málbólkunum. Felagið ger eisini eitt stórt arbeiði við at upplýsa um krabbameinssjúkur og ráðgevur um fyribyrging. Felagið stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini.

Í dag hevur Krabbameinsfelagið kunnað um virksemið hjá felagnum og um eina nýggja krabbameinsætlan fyri Føroyar, skrivar hmr.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo