Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Politikkur

54 afrikonsk lond krevja nú, at amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur útsagnirnar, sum hann skal hava sagt um fleiri afrikonsk lond, aftur og biður um umbering. 

Hetta upplýsir ein bólkur av afrikonskum sendifólki fyri ST.

Sambært demokratiska senatorinum Dick Durbin og fleiri amerikonskum miðlum er Trump komin við niðrandi útsagnum um fleiri afrikonsk lond umframt Haiti. Hann skal hava kallað londini fyri nøkur lortalond.

Hesa síðstu útsøgnina skal Trump hava sagt undir samráðingum við limir úr kongressini um eina innflytaranýskipan, har ungir innflytarar møguliga skulu verða vístir úr USA.

Tá forsetin hoyrdi, at nýskipanin eisini skuldi umfata Haiti, spurdi hann sambært Washington Post, hví hann skuldi lata fólk frá "shithole countries" koma inn í landið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo