Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Onnur tíðindi

Norska fragattin Helge Ingestad og tangabáturin Sola TS hava tíðliga í morgun havt samanstoyt útfyri Stureterminalen sum er nærhendis Bergen.

Helge Ingestad tók beinanvegin nógvan sjógv inn og er um at søkka.

Øll manningin uppá 137 er flutt av Helge Ingestad og manningin á Sola TS sum telir 23 er eisini flutt av skipinum.

Samanstoyturin var um trý tíðina í nátt okkara tíð.

Tangaskipið hevur 625.000 litrar av ráolju umborð, men hevur ikki fingið stóran skaða og lekur ikki. Nakað av olju er hinvegin likin úr fregattini, verður upplýst frá bjargingarfólki á staðnum.

Sjey fólk hava fingið skaða men ikki stóran skaða, verður upplýst.

Øll starvsfólk á Stureterminalen eru eisini flutt burtur.

Fylg við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo