Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Mítt tastatur

Kringvarpið ber prísin av øllum prísum. Hesin stovnur er snøgt sagt frekari enn løgreglan loyvur.

Einki rínur við.

Hóast øll vita at Kringvarpið í næstseinasta valskeiði setti øll segl fyri at taka lívið av tásitandi samgongu, hendur einki. 

Øll vita vit, at verandi samgonga var eitt beinleiðis úrslit av at KVF tá virkaði sum andstøðuvarp.

Nú er hetta broytt.

KVF er vorðið eitt samgonguvarp. 

Verandi samgonga – miðlasamgongan - hongur saman og livur av teirri kampanju, sum Samgonguvarpið førur hvønn einasta dag.

Vit høvdu hildið, at onkur tíðindamaður ella -kvinna -  um ikki annað av fakligum stoltleika – á ein ella annan hátt hevði talað at tí sum fer fram, men tað er so eiðasørt.

Dramasendingarnar eru steðgaðar.

Nú verður føroyska samfelagið av KVF lýst sum eitt satt paradís. 

Tak til dømis boðskapin í Degi og Viku beint undan jólum: Føroyingar flyta nú heim aftur til Føroya av berari rúmligheit.

Orsøkin til framgongdina og fólkaflytingina til Føroya er tí at hjúnabandslógin er broytt.

Sum sagt, einki rínur við. 

Almenni public service stovnurin heldur fram í sama lag.

Vit kunna ikki tendra eitt lurtitól ella síggja eina føroyska sending í sjónvarpinum uttan at hoyra onkran samgongulim ella onkran, sum stuðlar samgonguni, sum fær óavmarkaða rúmd at bera fram sín stuðulsboðskap.

Samgonguvarpið hevur ongantíð havt betri dagar.

Hvønn leygarmorgun hoyra vit sendinga “Also”. 

Í sendingini fáa samgonguumboðini Katrin Kallsberg og Henrik Old óavmarkaða rúmd og óavmarkaðan møguleika at marknaðarføra seg sjálv. Heilt ókeypis.

Aðrir løgtingslimir høvdu fegnir goldið hópin av peningi fyri ókeypis reklamuna, sum hesir løgtingsslimir fáa hvørja einastu viku.

Nú um dagarnar hoyrdist, at Hanna Jensen er eisini vorðin ein partur av starvsliðnum hjá samgonguvarpinum.

Hon er útvald sum serligur plátuvendari.

Sendingin kallast Mono.

Rætta heitið skuldi kanska verið “Mono-Pól”. 

Samgongulimurin skal eftir øllum at døma ríka okkum við fronskum tónleiki. Eftir øllum at døma er hon einasti “serfrøðingur” á hesum øki.

Hvørjaferð ein samgonguspurningur stingur seg upp, eru boð eftir: antin fyrrverandi javnaðarløgmanninum Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi javnaðartingmanninum John Johannesen, ella blaðstjóranum á málgagni Javnaðarfloksins, Eiriki Lindenskov. 

Er einki mark fyri frekleikanum?

Alt rekur við. 

Nú er Øssur Winthereig eisini sloppin framat at analýsera alt sirkusi hjá samgonguvarpinum.

Við eitt sindur at “seriøsum” snakki verður roynt at káva út yvir leiklutin hjá samgonguvarpinum. 

Hvørjir eru so gestirnir hjá Winthereig, jú, tað er “sama manning”, men bara við øðrum gekkaskorti.

Alt frá tíðindaleiðaranum sjálvum – sum í hvørjari sending heilt ótarnaður og uttan nakran kritiskan spurning sleppur at bedýra óheftnið hjá samgonguvarpinum – til Carli, sum kanska liggur uppaftur longri til vinstru enn verturin sjálvur.

Um lesarin ikki trýr, so er bara at gjøgnumganga skránna seinastu dagarnar.

Hvørjar gestir hevur Samgonguvarpið havt í studio? 

Ja, hvørjar?

Bara limir úr miðlasamgonguni. 

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo