Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Mítt tastatur

200 ára dagur til minnis um faðirin at móðurmálinum, málráð, móðurmálsfelag, netorðabøkur og tøknin hevur ongantíð verið so famkomin sum nú - kortini so lesa vit "babymál".

Tað er ikki gott nokk, tá ið tú í einum lítlum tíðindastubba á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, finnur einar 5-10 feilir.

Og býttar feilir hartil.

Tað kemur undir fusk hjá fremsta og "mest týðandi mentanarberanum", sum onkur orðing sigur í lógarteksti viðvíkjandi Kringvarpinum.

Tíðindafólk, sum aftur og aftur hava víst, at tey hava ikki førleika at leggja greinar út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum, eiga ikki at gera tað.

At loyva slíkum á heimasíðuni er vanærulig skomm.

ólavur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo