Fyrigev tínum fíggindum. Onki argar teir meiri
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

- Sum nakað nýtt bjóðar KVF við hesum framleiðsluna av eini útvarpssending alment út til persónar og fyritøkur við røttu førleikunum at átaka sær fyri eitt fast gjald fyri hvørja sending.

Sambært lýsingini er talan um nýggja útvarpssending í vetrarskránni 2018/19, sum vikuliga skal viðgera allan tíðindaflutning í Føroyum. 

- Sendingin skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Stríðið millum journalistar, lobbyistar, spunasmiðir og politikarar um, hvør skal definera veruleikan er harðari enn nakrantíð áður. Lesarar, lurtarar og hyggjarar vera í dag undirdíktir í mótsigandi tíðindum, tíðindaskrivum, facebooknotum og beinleiðissendingum (facebook Live, youtube os.fr.).

- Tíðindamiðlar eru regluliga fyri atfinningum – bæði frá øðrum tíðindamiðlum og frá makthavarum, sum við sosialum miðlum í dag kunnu velja journalistar og miðlar frá, tí teir hava fleiri lesarar á egnum profilum enn tíðindaportalar hava.

- Verturin á sendingini skal við kønari fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, følsk tíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi, verður sagt.

Og umframt sjálva útvarpssendingina skal tilboðsgevarin gera eitt reyp ella ein brellibita um komandi sendingina, sum kann sendast í 1-2 dagar frammanundan. Eisini skal ein stutt lýsing í teksti gerast av sendingini hesa vikuna, sum kann leggjast á sosialu miðlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo