Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

“Heilt konkret, at havt samráðingar um hesi tingini, nei, tað hava vit ikki havt. Men at man hevur nevnt nakrar tankar á hasum økinum, tað kann eg ikki avvísa.”

Soleiðis fullu orðini hjá Heðini Mortensen, borgarsstjóra í Havn, í tíðindasendingini í útvarpinum fríggjadagin kl. 12.20.

Søgan snýr seg í stuttum um, at Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin hava umrøtt at samstarva í sambandi við býráðsvalið í Havn. Tað inniber, at miðflokkaumboð stilla upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, váttar at hava tosað við Heðin Mortensen um henda møguleika, og tankarnir eru so mikið ítøkiligir, at teir verða umrøddir á fundi hjá Miðflokkinum í vikuni.

Allíkavæl leggur Heðin Mortensen í viðmerking um vikuskifti eftir “ungu damuni” í Kringvarpinum fyri at bera hesi tíðindi. Heðin Mortensen leggur upp til, at vit í Kringvarpinum sita og framleiða søgur sum um at søgan er púra íspunnin. Soleiðis virkar fjølmiðlaheimurin ikki.

Vit hava ikki av okkara eintingum funnið uppá, at samstarv millum Javnaðarflokkin og Miðflokkin í sambandi við býráðsvalið í Havn er eitt gott hugskot ella ein góð søga. Vit hava fingið hetta at vita fra keldum.

Tí venda vit okkum til høvuðspersónarnar fyri at fáa vátta ella avsanna tíðindini. Tað vísir seg, at samband hevur verið millum partarnar um júst hesi viðurskifti, og tað viðmerkir Heðin Mortensen í tíðindasendingini.

Hann nevnir í sama viðfangi, at tað er lættari sagt enn gjørt, at fáa miðflokkaumboð á javnaðarlistan, tí tað krevur at hesi melda seg inn í Javnaðarflokkin. Alt hetta verður lagt púra greitt fram í innslagnum, men Heðin Mortensen leggur okkum undir at hava lagt orð í munnin hjá honum. Men sagt er sagt. Vit noyða ikki orðini úr munninum á Heðini Mortensen, og tað ber ikki til at klippa ella redigera seg til søgd orð.

Til tey, sum hava áhuga, kann umrødda innslagið hoyrast her:

kvf.fo/netvarp/uv/2016/02/26/tvarpstindi-1220

Liljan Weihe
Tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo