Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Sosialurin kom seinasta vikuskiftið við eini avdúking.

Her verður avdúkað hvussu politikkarar í áravís hava tiltuska sær sjálvum høgar lønir og høgar pensjónir.

Tað er sjálvandi ringt í sær sjálvum, og avdúkar ein fúlan moral.

Men tað mest skelkandi við avdúkingini er, at fleiri av hesum politikkarum siga seg umboða tey kristiligu-moralsku virðini, og eru valdir á ting uppá tað.

Nú má man spyrja: Hvussu ber tað til at hesin ólevnaður og óflýggjaskapur hevur kunnað hildið fram so leingi?

Hvussu nógvir av okkara andaligu leiðarum hava funnist at hesum ókristiliga og ómoralska atburðið?

Hava politikkararnir verið í audiens hjá bispi – eins og tá ið hjúnabandslógin var til viðgerðar – fyri at tryggja sær, at teirra markleysa peningagyrnd ikki stríðir ímóti boðan Jesusar?

Og hevur bispur vælsignað teirra gerðir?

Hvussu kann man hava álit á hirðunum, sum – í staðin fyri at leiða seyðin uttan um tann moralska køstin – ganga á odda út í køstin? Teir standa nú á tí djúpasta, hava mist sambandi við botnin og søkka bara longur og longur niður.

Seyðurin er ikki komin longur út, enn at hann stendur til at bjargast, so her mugu allar kristiligar kreftir – bispur, prestar, prædikufólk – fara undir eitt bjargingarátak. Hirðarnir kunnu ikki bjargast, men skít veri við tí. Hesir andaligu svindlararnir hava ikki annað uppiborið enn at søkka í teirra egna moralska køstið.

Slagorðið hjá andaligu/etisku elituni í Løgtinginum tykist verað:

Bert mál, sum hava undirlívsrelevans, hava kristnan/etiskan substans!

Kristoffur D. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo