Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Í sjónvarpssendingini um kristnilív í Føroyum, varð hugtakið “kristin virðir” aftur brúkt, uttan at koma nærri inn á hvørji hesi virðini eru.

Sagt var frá einum antikristiligum ráki, sum vildi bróta niður hesi kristiligu virðir.

Eg kenni eitt antikristiligt rák – eina antikristiliga rørslu – sum stríðist ímóti teimum grundleggjandi kristnu samfelagsvirðunum, nevniliga umsorganarskylduni.

Ein antikristilig rørsla, sum sigur, at vit sum samfelag skulu frásiga okkum ábyrgdina av teimum gomlu, sjúku og veiku, og krevja av dønum at teir átaka sær hesa ábyrgd.

Fleiri í hesi rørslu tykjast at trívast væl í Kelduni.

Tað sá ikki út sum um leiðarin í Kelduni hevði nakað ímóti hesi rørslu.

Ein amerikanari var komin at styrkja tey kristiligu virðini???

Amerikanskur kristindómur er jú eitur fyri sálina.

Hesin kristiligi ambassadørur tosaði um normalt og ónormalt.

Eg fekk ikki við hvat hann heldur vera normalt ella ikki, men í USA er tað normalt at ganga við vápnum, men tað er tað ikki her.

So tað er so ymiskt hvat vit halda vera normalt ella ikki.

Annars so haldi eg at tann erligasti og kristiligasti í sendingini, var tann samkyndi.

Eg vænti at fleiri, sum síggja sendingina, fara at koma til umvendilsi – ikki til kristindóm – men til homosexualitet.

Eg skal viðganga at eg sjálvur umhugsaði tað, men tá eg í miklari sinnisrørslu nevndi tað fyri konuni, og hon svaraði: “So svevur tú á sofuni frá nú av!” – ja, tá var eg skjótur at sleppa tankanum.

Í næstu sendingunum verður framvegis leitað eftir teimum kristnu virðunum.

Verða tey funnin? Hvørji eru tey?

Er sendingin uppsett sum ein krimirøð, so verður onki avdúkað fyrr enn í seinasta parti.

Spenningurin er øgiligur. 

Kristoffur D Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo