Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Tiltøk

Nú hóskvøldið 12. oktober kl. 19.30 verður Miðviða í Hoyvíkar kirkju um William Heinesen, kristindóm, evropeiska heimspeki og skaldskap. Tað er Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, sum fer at greiða frá hesum áhugaverda evni.

- Hóast vit hava hoyrt nógv um, at William Heinesen kritiserar trúarsamkomur, so er tað einki sum hevur givið honum meira íblástur enn kristindómurin, sigur Bergur Rønne Moberg, ið júst er settur sum lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini.

Við myndum og tekstdømum fer Bergur á ein lættan hátt at fortelja ævisøgu Williams við atliti til kristindóm, heimspeki og poesi.

Aftaná fyrilesturin verður kaffi og tá hava fólk høvi at spyrja og koma við viðmerkingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo