Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Tað er skelkandi at síggja, at somu persónar og somu rørslur, sum alla mína tíð hava sprænt helvitiseldar, gall og gor, slím og snor, yvir tey sum ikki hava havt ein perfektan kynsmoral, nú gera seg til talsmenn fyri øllum tí, sum tey fyrr dømdu í helviti.

Vart tú fráskildur, so fekst tú kristna-moralska koyrilin hjá kristnu-moralsku úrmælingunum at smakka.

Hevði tú sex við øðrum enn tí tú vart giftur við, hevði sex uttan at vera giftur, osfr. so komu kristnu-moralsku úrmælingarnir eftir tær við sínum helvitiseldsprænarum.

Men nú, nú er alt broytt!

Moralska fyrimyndin hjá kristnu-moralsku elituni eitur nú Trump.

Hesin maðurin er skyldur heilar tvær ferðir, hevur sex uttan fyri hjúnarbandið, eggjar monnum at vera kynsliga ónærisligir móti kvinnum osfr.

Man skuldi trú at fólk flest ikki fóru at brúka ein slíkan persón, sum sína moralsku fyrimynd.

Men so er ikki hjá tí kristnu-moralsku elituni! Her verður maðurin hevjaður upp til eitt satt halgimenni!

Ja, onkur mælir til at brúka hann í sunnudagsskúlanum!

Og hettar er tann sama elitan, sum hevur hunddálka fólk, sjálvt um tey hava havt ein nógv betri moral enn Trumpprofetur.

Tit sum hava missbrúkt Bíblina - allir tit bíbilsvansarar - tit hava nógv at standa til svars fyri!!

Men nú eru tit avdúkaðir!

Eg haldi at øll tey, ið vilja kristindóminum væl, skullu fara í eitt møtiverkfall - til eftir løgtingsvalið – politikkarar eru serliga ringir at svansa við heilagu skriftunum.

Hetta fyri at reinsa upp í hyklarínum.

Kristoffur D. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo