Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Onnur tíðindi

Trúboðin: Í gjár tók hægstirættur í London støðu í nógv umrødda málinum um kakuna til frama fyri samkynt hjúnalag.

Niðurstøðan hjá hægsta rætti er, at eigararnir av bakarínum í Belfast gjørdu ikki mismun móti einum kunda við at nokta at gera eina kaku, sum stuðlaði samkyntum hjúnalagi.

Málið byrjaði í 2014, tá Gareth Lee bílegði eina kaku við orðunum “stuðla samkyntum hjúnalagi” frá Ashers Baking Company í Belfast, sum kristnu hjúnini Daniel og Amy McArthur reka. Bíleggingin varð góðkend og goldin, men tveir dagar seinni ringdu tey frá bakaríinum og søgdu, at tey ikki kundu veita kakuna, orsakað av umbidna boðskapinum. Í amtsrættinum varð bakaríið dømt at rinda 500 pund í endurgjaldi. Bakaríið kærdi til hægri rætt í Norðurírlandi, sum staðfesti dómin.

Men í gjár kom hægstirættur í London til eina aðra niðurstøðu. Forsetin í hægstarætti, Lady Hale, boðaði frá avgerðini hjá teimum fimm hægstarættardómarunum og segði, at hjúnini ikki noktaðu fyri at gera kakuna orsakað av persónliga kynsliga samleikanum hjá Gareth Lee, men orsakað av boðskapinum á kakuni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo