Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Olympisku leikirnir, sum er heimsins størsta ítróttarátak, er eitt gott høvið at náa út til øll fólkasløg við evangeliinum, og soleiðis eisini í Rio De Janeiro í Brasil í hesum døgum.

Kristni felagsskapurin RIO 16 OUTREACH hevur fyrireikað seg væl og virðiliga seinasta árið til Olympisku leikirnar í RIO. OUTREACH merkir at náa út.

Fyrireikingin hevur ikki í høvuðsheitum snúð seg um at venja svimjing, tennis, fótbólt, renning ella aðrar íttróttargreinar, men at vera til reiðar at møta teimum 3,4 milliónum ferðafólkum, frá meira enn 200 londum, sum vitja Rio De Janeiro undir Olympisku leikunum í døgunum 08 til 17 august.  

TRAKTATBLAÐ
Til hetta stóra evangeliska átakið, síðuleypandi við Olympisku leikirnar, hevur felagsskapurin RIO 16 OUTREACH (rio16outreach.com) skrivað og givið út  traktatblað, sum er prentað í  einum upplagið upp á fleiri 100-túsund. Blaðið er týtt til 10 leiðandi tungumál: Portugisiskt, Spanskt, Japanesiskt, Týskt, Italienskt, Enskt, Franskt, Arabiskt, Kinesiskt og Russiskt.

KRISTUS-STANDMYNDIN TALAR
Traktatblaðið er ógvuliga áhugavert og ikki minni forvitnisligt fyri tann, sum fær tað í hondina. Á framsíðuni er mynd av víðagitnu KRISTUS-STANDMYNDINI í Rio De Janeiro, sum øll vitjandi undir Olympisku leikunum vilja síggja, taka mynd av  og vitja. Í 2007 fekk KRISTUS-STANDMYNDIN status at vera eitt av heimsins 7 undurverkum.

Traktatblaðið tekur útgangsstøði í Kristus-Standmyndini, og er ein greið framstilling av Kristusar endurloysingarverkið á Golgata, og heitir á lesaran um persónliga at seta sítt álit á Kristusar endurloysingardeyða á Golgata.

Á GØTUNUM Í RIO
Eitt toymið upp á gott 100 luttakarar er komið til Rio De Janeiro. Hesi skipa seg í smáar bólkar, sum koma at ganga í gøtunum í Rio meðan Olympisku leikirnir eru og handa bóklingin ókeypis til fólk, og vóna samstundis at fáa eina gevandi samtalu um ENDURLOYSARAN KRISTUS, sum eisini er almenna heiti á KRISTUS-STANDMYNDINI millum íbúgvararnar í Rio.

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo