Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening
Útlendis ítróttur

Mandzukic hevur skorað fyri Kroatia í seinna umfarinum av yvirtíðini - 2-1 til Kroatia og Kroatia er fyri fyrstu ferð í eini HM-finalu.

Fyri triðju ferð hjá Kroatia, og er Kroatia komið víðari bæði í áttandaparts- og kvartfinaluni. Ongland mátti hava eykaumfør og brotsspark fyri at vinna Kolumbia.

Trippier hevur skorað fyri Ongland við einum ótakiligum frísparki.

Hetta eru liðini sum dystast nú klokkan 19 á Luzjniki stadion í Moskva.

Kroatia (4-3-3): Subasic - Vrsaljko, Lovren, Vida, Strinic - Modric, Brozovic, Rakitic - Rebic, Mandzukic, Perisic. 

Ongland (3-5-2): Pickford - Walker, Stones, Maguire - Trippier, Lingard, Henderson, Alli, Young - Sterling, Kane.

Sí dystin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo