Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Krúnprinsaparið og teirra fýra børn koma við kongsskipinum Dannebrog á almenna vitjan í Føroyum næsta summar.

Hesum boðar løgmansskrivstovan frá í dag.

Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja oyggjarnar tann 23.-26 august 2018.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður vertur fyri vitjanini. 

Seinni fæst nærri at vita, hvussu skráin fyri vitjanina verður.

Seinastu ferð krúnprinsaparið var á almennari vitjan í Føroyum var í 2005.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo