Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Fyri nøkrum døgum síðani meldaði ein fyrrverandi tjóðveldistur á Eiði seg burtur úr tí nationalu missiónini hjá Høgna Hoydal, tí hann ikki helt, at tað kom nakað konkret burtur úr túsundara-ríkinum hjá loysingarmonnum.

Eiðismaðurin hevur avgjørt grein í sínum máli.

-  Tað eru jú her í vár akkurát 21 ár síðani, at ovasti trúboðarin í loysingar-missiónini kom sera braneggjaður fram í ymsum fjølmiðlum og boðaði stálsettur frá sínum akutta evangelium, sum var, at hann snarliga vildi fremja loysing frá tí illavorðna og ovurfúla Danmark og síðani jagstra allar danskarar og alt danskt av landinum.

Samstundis innleiddi hann eitt intimt samstarv við Ísland, sum skuldi vera økonomiskt modell fyri, hvussu vit skuldu skipa eitt mynstur-samfelag, har alt danskt var fyribeint, burtursæð frá honum sjálvum, sum jú bæði er danskt føddur, danskt barnvaksin og hartil av danskari ætt.

Men loysingin hevur enn ikki rakt føroyingar serliga meint.

Allar Canossa-ferðir til Kjøpinhavnar miseydnaðust og tær komisku samráðingarnar strandaðu, tí tær mannsterku føroysku delegatiónirnar vóru for óvitandi um elementera økonomi og for illa fyrireikaðar.

Teir biddaðu til endan um "loysing uppá avbetaling", soleiðis at Danmark skuldi finansiera loysingina, inntil føroyingar kundu betala við olju, sum teir enn ikki høvdu funnið.

Tá bleiv ovboðið, sjálvt hjá sterkt trúgvandi limum í national-missiónini og fleir "vitnaðu" nú beinleiðis ímóti tí  fremsta ovur-trúboðaranum. Loysingin fór ikki heilt afturvið borðinum, men skuldi liggja í dvala eina tíð.  

Gaman í, man sendi eina undarliga nevnd saman við einum hálvørum donskum professara til New York  at forklaga í ST um Danmark, tí teir "kúgaðu" okkum so illa. 

Ovfarnir ST-menn dugdu illa at síggja, at Danmark plágaði føroyingar heilt ómennniskjansliga, eftirsum føroyingar fingu næstan eina heila milliard í høvdið um árið úr Kjøpinhavn, so har var lítið forstáilsi at heimta og delegatiónin kom aftur sum av torvheiðum.

- ST kom tí slett ikki eftir Danmark ta ferðina.

- Men so skal tað viðgangast, at loysingarmenn royndu seg við einum perfidum kvetti.

- Beint áðrenn tað sonevnda sjálvsstýris- og loysingar-landsstýrið legði frá sær og hevði livað væl við donskum blokki, kutaðu samgongumenn 1/3 av blokkinum.

Tað førdi við sær, at komandi samgongur høvdu sera ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Tað var ein politisk níðingsgerð, eftirsum tað rakti andstøðuna harðast og tað feika loysingar-liðið krokaði undan problemunum. Men nú eru so liðin meira enn ein sneis av árum, uttan formella loysing; tessvegna kann man ikki undra seg yvir, at ein loysingarmaður av Eiði er frustrerdur og heldur, at tjóðveldistar bara hava sítt gonguverk omanfyri hálsvølin.

Ekstremt løgin TV-sending
Eftir at eiðismaðurin hevði boðað frá síni misnøgd við ovasta føraran í tjóðveldis-missiónini, skuldi man trúð, at hann bleiv konfronteraður av journalistum við síni sjónarmið SAMAN við ovasta guru hjá tjóðveldistum.

- Men nei!

Tvørturímóti, man innkallar tann allarmest frelsta tjóðveldistiska demagogin EINSAMALLAN í sjónvarpið,  heilt uttan tann interessanta og fráfalna eiðismannin.

Í hesi sendingini sleppur man so tí ovasta trúboðaranum, uttan rímuliga mótstøðu at manipulera og burturforklára allan substansin í málinum, altso tað, at hann er so eiggiliga dumpaður í meira enn 21 ár við sínum ovurfrelsta loysingar-evangelium, sum jú skuldi bróta alt samband við tað ræðuliga og "kúgandi" Danmark.

Eitt var so, at eiðismaðurin ikki fekk innivist í sendingini við ovasta loysingar-profetinum, men so hevði man harafturat sett eina sera anonyma og smædna damu at interviewa tann aggressiva føraran.

Hon fekk stórt sæð ikki eitt orð innført. Tann nationalistiski super-guru fekk minst fimm ferðir endurtikið sum eitt tómt tanlandi mantra, at "tjóðveldisflokkurin hevði øll árini ført tjóðveldispolitikk (sic)", hvat tað so man vera, tá ið man hevur lagt loysingina til viks.

TV-kvinnan bleiv trumlað niður av trúttandi postulatum og púra turrgeldum uttanumtosi av harra Høgna Hoydal.

TV-spyrjarin var beinleiðis ófólkaliga viðfarin og systematiskt avbrotin, tá ið hon varisliga vágaði sær fram við onkrum spurningi. 

Sjónvarpið hevu ørgrynni av maskinbyrsu-journalistum, sum kundu sett ovasta tjóðveldistinum naskar  og borandi spurningar og fyrst og fremst ansa eftir, at hann helt seg til evnið. HVAR VÓRU TEIR henda dagin?

Sendingin var óprofessionelt handverk og ein politisk skomm fyri tað alment fíggjaða tjóðveldisvarpið (republican service).

Hetta hava sjálvt teir mest fanatisku nationalistarnir eisini erkent, og tí er beint nú ein camarilla av ovurfrelstum tjóðveldistum á fjesbókini farnir at "redda" Hoydal við at hálova honum fyri sín groteska atburð í hesi primitivu sendingini og royna at fortelja, hvussu óførur teirra primitivi førari var.

Tað  eru ikki hissini menn, man hevur mobiliserað frá "Ovasta kvetti" til at skammrósa  tí manipulerandi demagoginum. Man legði fyri við sjálvum borgmeistaranum í Runavík, sum leggur út við at geva Javnaðarflokkinum skyldina fyri, at tað gongst so illa við loysingini hjá teirra nationalistisku herferð móti øllum donskum kulturi og annars danskarum generelt.

Honum á baki hava teir eisini mobiliserað tjódveldistar úr tí lukrativa kultur-ídnaðinum; fyrstur av hesum er tann politiskt naivi, men ríkiliga og dúgliga fíggjaði Lands-larmarin, Sunnuleivur Rasmussen, sum í  patetiskt hálovandi og servilum vendingum fortelur, hvussu "óføra" aggressivur og knáur Høgni, førarin hevði verið, tí hann kundi klára at knúlva og træta eina smágentu til lygn.

Ja, her er "objektivitetur", so tað stendur eftir, men nú mangla vit bara tann beskedna Lands-møsnaran, C. J. Jensen, sum kann taka um endan, har Tórbjørn og Sunnuleivur sleptu og fortelja tí bilsnu opiniónini, hvussu raskt realpolitiskt og hartil mansligt tað er av tjódveldistum at hava verið meira enn 21 ár um IKKI at gjøgnumføra ta loysingina, sum teir í síni tíð søgdu, vera heilt akutta, bráneyðuga og ekstremt HASTANDI, hvis vit skuldu sleppa av við allar danskarar. 

Tað skyldar tann subsidieraði møsnarin tjóðveldismissiónini, tí hann verður við sínum trimum lesarum  fløvaður sera væl um bæði  heys og gump við almennum pengum  fyri síni ólesiligu mjólkavatns-produktir, og hann, sum sjálvur er hálvur danskari, hatar jú alt danskt og vil tí loysa beint her og NÚ.

Men í staðin fyri er national-missiónin farin at importera alskyns onnur fólkasløg, bara tey ikki eru donsk.

Logikkur hevur altið havt tað strævið millum chauvinistar, serliga teir í tí óforskammaða kultur-ídnaðinum, har tey flestu eru allergisk yvirfyri allari sunnari fornuft, og eingin nakrantíð lærdi ta lítlu tabellina.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo