Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Vágatíðindi

Vága kommuna: Í sambandi við at Vága kommuna ger eitt øki byggibúgvið til sethúsabygging í Vatnsoyrum, ynskir kommunan at bjóða til almennan kunnandi fund.

Fundurin verður mánakvøldið 2. november 2015 kl 19 á Zarepta í Vatnsoyrum.

Frá kommununi luttaka limir í teknisku nevnd býráðsins, borgarstjórin og tekniski leiðarin.

Ráðgevin hjá kommununi fer at greiða frá verkætlanini og frá málsgongdini fram til fyriliggjandi verkætlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo