Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Á Vágaportalinum sigur Høgni Hoydal m.a.:

”Kunngerðir eru nærri reglur, ið verða gjørdar við heimild í eini lóg, tá ið hon er samtykt og hevur fingið gildi. Kunngerðir verða ikki og eiga ikki at verða viðgjørdar á Løgtingi. Hinvegin skal Løgtingið lóggeva og seta heimildirnar. Annars verður lóggevandi og útinnandi valdið vavt saman, og tey skulu vera greitt sundurskild.”

Hetta er greið tala frá landsstýrismanninum.

Í einum skrivi til Løgtingið 9. nov. 2010 (FMR: mál: 201000718/2) nágreinar tásitandi landsstýris-maður Jacob Vestergaard hvat kunngerðarheimildin í § 9 og serskilt § 9, stk. 1,nr. 3 í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap fevnir um, landsstýrismaðurin sigur m.a.:

Endamálið við § 9 er at geva landsstýrismanninum møguleika fyri, og neyðugu heimildina til, at skipa fiskiskap við generellum reglum.

Hetta er tó ikki ein skylda.

Fiskiskapurin kann skipast við at gera generellar reglur við heimild í § 9. Tað er tó ikki ein skylda at gera generellar reglur, og eg meti tað heldur ikki neyðugt

Vísast skal á, at undanfarin ár hevur ikki verið vanligt at skipa fiskiskap hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi við kunngerð. Hetta er m.a. galdandi fyri fiskiskap eftir makreli og norðhavssild.

Harumframt kann eg upplýsa, at hvørki eg ella landsstýrismenn undan mær, hava valt at skipa fiskiskapin hjá føroyskum skipum uttan fyri føroysku landleiðirnar við kunngerð.

Hetta var eisini greið tala av tásitandi landsstýtiamanni.

Nakrar mánaðar eftir 10. nov. 2010 kemur ein nýggj samgonga til og ein nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum verður settur.

Tann 8. juni  2011, tvs. neyvt sjey mánaðir eftir 10. novembur 2010 verður ein nýggj kunngerð lýst við heimild í 9, stk. 1 nr. 3. (Kunngerð nr. 85 frá 8. juni 2011).

Fyri fyrstu ferð nakrantíð viðvíkur innihaldið í eini kunngerð, útskrivað við heimild í § 9 ikki bert reglur um fiskiskap hjá fiskiførum, men eisini fiskirættindi hjá eigarum av fiskiførum.

Kunngerðin ásetur beinleiðis, hvussu nógv eigarnir av ymisku bólkunum av fiskiførum skulu hava av ávísum fiskirættindum, m.a framgongur:

• Av kvotuni verða 35.000 tons latin eigarum av fiskiførum, sum….. Kvotan verður latin sum egin árskvota.

• Av kvotuni verða 22.000 tons latin eigarum av fiskiførum, … Kvotan verður latin sum egin árskvota.

• Av kvotuni verða  41.450 tons latin eigarum av øðrum fiskiførum undir føroyskum flaggi enn teimum, sum eru fevnd av nr. 1. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki.

• Av “langtíðarsemjuni og uppriti” frá 2011 framgongur at politisku flokkarnir í nýggju samgonguni avtalaðu sjálvt býtið, sum var sett í kunngerðina: hvørjir skipaeigarar skuldu hava hvussu nógv og við hvørjum treytum.

Høgni Hoydal var ikki bert partur av sokallaðu “Makrelsamgonguni”, hann var eins og hvør einstakur í bólkinum sær - avgeradi stemman í langtíðarsemjuni, sum avráddi býtið. 

Tískil átti tað at verið lagamanni hjá landsstýrismanninum at svara niðanfyristadandi:

- nær í tíðarskeiðnum frá  9. nov 2010 til 8. juni 2010 skifti kunngerðarheimildin í § 9, stk. 1, nr. 3 innihald – frá at vera ein heimild til (eftir tørvi) at áseta generellar reglur fyri fiskiskapi hjá fiskiførum á fiskileiðini til at vera ein heimild, at áseta og útluta fiskirættindi?

- hvar í lógini framgongur at bólkar av politikkarum uttanum løgtingið við støði í § 9 eru heimilaðir at taka avgerðir um hvørjir skipaeigarar skulu hava hvat og hvussu nógv?

- hvar í lógini framgongur at bólkar av politikarum uttanum løgtingið við støði í § 9 eru heimilaðir at fremja tað diskriminatión sum framgongur av Kunngerð nr. 85 frá 8. juni 2011?

- hvar í lógini framgongur at bólkar av politikarum við støði í § 9 eru heimilaðir at flokka Athenu, Enniberg, Artic Viking, Ran, Brestir, Ametyst, Jákup B, Oknina, Líðhamar, Gordrúgvan, Norðheim v.m. í ein og sama bólk í fiskiskapi í føroyskum sjógvi?

Neyvan er nakar ósamdur við greiðu taluna hjá Høgni Hoydal um skilnaðin millum lóggevandi og útinnandi valdið og at kunngerðir skullu hava heimild í lóg, men alt hetta, hevur einki virði, um semja ikki eru um, hvat lóggevin hevur lagt í einstøku kunngerðarheimildina.

Um hesi viðurskifti ikki eru greið, so hava vit lógleysar tilstandir (anarki).

Í novembur 2010 var heimildin í § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap avmarkað til - eftir tørvi – at regulera fiskiskap hjá fiskiførum á fiskileiðini.

Í (juni 2011) fevndi heimildin brádliga um, ásetan av fiskirættindum til virðir av hundraðtals milliónum - avrádd av einum bólki av politikarum uttanum løgtingið.

Bæði kunnu ikki vera røtt.

Óli Jacobsen
Argir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo