Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: Í samband við, at Fótbóltssamband Føroya hevur sett arbeiðisbólk at gera eina menningarætlan fyri føroyskan barna- og ungomsfótbólt, fara umboð fyri FSF í næstum á ferð kring landið, har kunnað verður um arbeiðið við hesari verkætlan.

Kunningarfundirnir eru serliga ætlaðir leiðarum, venjarum og øðrum, ið fáast við ella hava áhuga fyri barna- og ungdómsfótbólti.

Endamálið við fundunum er, at viðkomandi feløg og áhugaði fáa møguleikan at siga sína hugsan og geva sítt íkast til menningarætlanina.

Fyri Fótbóltssamband Føroya luttaka Pætur Clementsen, tekniskur stjóri, og Eyðun Klakstein, ið er skrivari í arbeiðsbólkinum.

FSF vónar, at feløgini vera væl umboðaði á fundunum.

Skráin fyri vitjaninar
Mikudagin 16. mars kl 19.00 á Tvøroyri, við Stórá (TB, ROYN, FC Suðuroy)
Hósdagin 17. mars kl 19.00 í Tórshavn, FSF-húsinum (AB, B36, HB)
Mikudagin 6. apríl kl 17.00 á Toftum, B68-húsinum (B68, NSÍ, Skála, EB/ST)
Týsdagin 26. apríl kl. 17.00 í Leirvík, LÍF-húsinum (KÍ, ÍF, Víkingur)
Mikudagin 4. mai kl 19.00 í Tórshavn, FSF-húsinum (B71, Giza, MB, 07 Vestur)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo