Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

ÍSF: Týskvøldið 12 apríl kl 18:00 verður ein forvitnisligur kunningarfundur í ÍSF húsinum.

Evnið á fundinum er doping og fara stjórin í Anti Doping Danmark, Michael Ask og juridiskur ráðgevi í Anti Doping Danmark Jesper Frigast Larsen, at greiða frá.

Teir fara m.a. at tosa um nýggju dopingreglugerðina, sum kom í gildi 1 januar 2016.

Øll ítróttafók, venjarar, leiðarar, nevndarlimir og onnur áhuga eru hjartaliga vælkomin og vóna vit at síggja nógv fólk.

Nýggja dopingreglugerðin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo