Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Kann ov nóg prædikan gera kristindómin til fótatraðk?

Eru royndirnar um immunitet ikki eisini galdandi innan trúarheimin?

Í Føroyum verður prædika nógv!

So nógv, at ein freistast til at spyrja um tað ikki er um at verða ov mikið?

Fólk sum búgva nærhendis floghavnini í Kastrup hoyra ikki flogførini, tí tey eru vorðin næstan immun fyri óljóðinum. Eg vaks upp omanfyri Stengabrúnna Í Klaksvík, har tá var virksemi alt samdøgurði, ált árið.

Fuglfirðingar og onnur, ið komu at gista, fingu ikki náttarsvøvn fyri øllum ganginum. Men, vit hoyrdu ikki gangin, hvørki frá kølivirkinum, frá útiróðrabátum ella skotsku trolarunum, sum floytaðu í tíð og ótíð. Hesi vóru bara partur av okkara gerðandisdegi!

Áðrenn eg haldi fram, við hesum lesnaðinum, so fari eg at minna tey, sum tíma at lesa hettar á, at eg alls ikki eri av teirru sannføring, at mín meining er tann einasta meining, nøkur meining er í!

Men, at eg bara loyvi mær at geva eittt pinkalítið, fátækt íkast til eitt møguligt orðaskifti - ella at seta eitt lítið spurnartekin við galdandi fatan.

Í Føroyum verður, sum longu nevnt, prædika dúliga – tað eru møtir og guðstænastur á hvørjum tanga. Og í loftbornu fjølmiðlunum trýtur prædikan heldur ikki.  Summar rásir gera nærmast onki annað enn at prædika, og tjóðarrásin sendir andagt tvær reisna hvønn dag, og tríggjar ferðir sunnudag.

Nú havi eg sjálvandi onki í móti at evangeliið verður boðað fyri øllum fólkinum – sjálvandi skal tað tað!  Men, spurningurin er bara, nær fer evangeliiboðanin frá at vera ein evangelisk avbjóðing, og til at verða fótatræðk - frá at vera uggan og stimbran til at vera ”baggrundsstøj”, sum ongin virðir ella tekur fyri fult?

Eg yvist onga løtu í, at tey eru mong, sum lurta við andagt eftir morgumlestrinum hvønn dag, og at tað  somuleiðis eru tey, ið veruliga seta seg til rættis at hoyra hinar andaligu sendingarnar í útvarpi og sjónvarpi. Men, alt og mangan, so eru andagtirnar/guðstænasturnar/møtini bara óljóð og skrátt, meðan alt annað gongur fyri seg í húskinum.

Kannska er alt hettar baktjaldsdunið hugnaligt fyri mong. Men um so er, at tað tekur egggina av boðskapinum, og ger innihaldið til fótatræðk, so er ikki nógv vunnið! Kannska orka við bara ein avmarkaðan lut av andaligum/evangeliskum tosi, um ikki broddurin skal fara av boðskapinum?  Kannska eru tvær ferðir tíggju/fimtan/tjúgu minuttir um vikuna av inniligari andagt og bøn meira verd en tíggjutals tímar?

Tað var einaferð ein norskur heimamissiónsmaður, ið legði framm uppskot í bók um, at kannska skuldu missiónsfólkini í Noregi støðga allari prædiku í eitt ár, fyri at fólk soleiðis veruliga aftur at kundu uppliva broddin av hvat ein tala/prædika veruliga er!  Neyvan verður eitt slíkt eksperiment nakrantíð sett í verk – men, tað er kortini vert at huksa um! Tí kunnu vit drepa Guð, Kristus og Andan við ov nógvari prædiku?

Kunnu vit gera tríeindina til fótatræðk og undirhald, uttan uggan ella brodd?

Ein klaksvíkskona plægdi at siga, at um mennirnir møsnaðu líka so nógv heima við hús, ella í arbeiðinum, sum teir møsnaðu tá teir talaðu á møtum, so høvdu teir verið blakaðir út úr báðum støðum. Hon segði eisini, at andalig undirdánigheit var orsøkin til, at føroyingar funnu seg í at hoyra evindarligt møsn, uttan at siga frá.

Tí, tað er líkasum góðtikið í Føroyum, at bara ein sigur okkurt gudiligt, uttan mun til, um tað er nakað skil í tí ella ikki, so er tað sagt, og so er tað í lagið!

Klaksvíkskonan var ikki ættað úr Klaksvík, ei heldur úr Føroyum, og tað var helst tí at hon var ein so objektivur eygleiðari, sum hon veruliga var! (Og hon var forrestin heldur ikki kona mín, sum ongantíð hevur verið á møti).

Um so er, at fyrrverðandi klaksvíkskonan hevur rætt, so er yvirdrivin prædika ikki bara meðvirkandi til, at evangeliið kann blíva líkagyldugt, uttan brodd og uggan; men eisini ein orsøk til demokratiskt undirskot! Tí, alt er nóg gott, eisini skvaldur og svass, um tað bara letist at verða sagt í Jesu navni. Og tað er vert at minnast til, at tað at hava góðar taligávur, merkir ikki at ein samstundis eisini er skilagóður!

Tað finnast vissulig mangir evnaríkir prædikantar í Føroyunm, bæði leikir og lærdir. Men, spurningurin er: Eru vit eru vorðin so von við at hoyra prædikur/talur, eisini svass og møsn, at tað er blivin ein so sjálvfylgiligur partur av okkara tilveru, at vit ikki longur verða rakt, um onkur sigur nakað veruligt?

Sum longu nevnt, so eri eg ikki av teirri áskoðan, at mín meining er tann einasta meining nøkur meining er í, men – kannska er her okkurt, sum er vert at huksa um!?

Bergur Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo