Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar til fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a frá Ingolf S.Olsen, løgtingsmanni um frítøku at rinda eftirløn

1. Hví kann ein føroyingur, sum starvast í Noregi og har er fevndur av Folketrygden, eftir umsókn ikki verða frítikin at rinda til eftirløn sambært § 1, stk. 9 í eftirlønarlógini?

2. Føroyingar, ið rinda inn til Folketrygden, kunnu draga inngjaldið frá í føroysku sjálvuppgávuni. Eru fíggjarligar avleiðingar annars fyri hin einstaka og/ella land og kommunur, um hesir fram eftir verða frítiknir at rinda til eftirløn sambært § 1, stk. 9 í eftirlønarlógini?

3. Hvussu nógvir føroyingar, sum eisini eru fevndir av Folketrygden, rinda inn til føroyska eftirløn?

Til spurning 1
Sambært § 1, stk. 9 í eftirlønarlógini og § 1, stk. 1 í kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2013 við seinni broytingumum, kann persónur, sum er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands, sum er partur av arbeiðssáttmála við arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, og har arbeiðið er útint uttan fyri Føroyar verða undantikin at rinda til eftirløn sbrt. eftirlønarlógini við atliti at inntøku, ið er forvunnin uttanlands, um so er, at henda eftirlønarskipan verður mett nøktandi.

Folketrygden er at rokna sum ein sosial trygdarveiting, eins og t.d. Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin (AMEG) í Føroyum. Tí hevur landsstýrið lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um, at føroyingur, ið rindar inn til Folketrygden í Noreg, kann søkja um, at sleppa undan at rinda inn (og fáa samsvarandi minni út) til AMEG í Føroyum. Lógaruppskotið er samtykt og sett í verk.

Ein individuel privat eftirlønaruppsparing, sum er teknað í einum privatum eftirlønarfelagi, verður hinvegin ikki roknað sum ein sosial trygdarveiting. Ein tílík eftirlønaruppsparing vil, um hon verður mett nøktandi, kunna føra til undantak sambært eftirlønarlógini.

At gjaldið til Folketrygden er lógarkravt, og at tað í hesum sambandi eru treytir ásettar við lóg, kann ikki føra til annað úrslit. Av hesi orsøk hevur Føroya Rættur staðfest, at ein føroyingur, sum starvast í Noregi og har er fevndur av Folketrygden, ikki av hesi grund kann verða frítikin at rinda til eftirløn sambært § 1, stk. 9 í eftirlønarlógini.

Til spurning 2
Sum lýst undir svarinum til spurning 1 kunnu persónar eftir galdandi lóg ikki verða frítiknir fyri at rinda egna eftirløn í Føroyum, hóast teir rinda til Folketrygden. Hinvegin kunnu teir verða undantiknir at rinda til Samhaldsfasta eftirlønargrunnin (AMEG), um hetta verður ynskt. 

Skattliga kann gjaldið til Folketrygden ikki dragast frá á sjálvuppgávuni í Føroyum, men hinvegin verður gjaldið roknað sum ein skattur goldin í Norðurlondum í sambandi við uppgerðina av føroyska skattinum.

Um persónur t.d. hevur rindað kr. 200.000 í skatti og kr. 52.000 í Trygdeaftift í Noreg, verður útroknaði føroyski skatturin av norsku inntøkuni lækkaður við kr. 252.000, t.v.s. at gjaldið til Folketrygden telur við sum um talan var um ein inntøkuskatt goldin í Noreg.

Um hesir persónar framyvir verða frítiknir at rinda eftirløn í Føroyum, kemur hetta at ávirka, hvussu nógv kemur inn í  eftirlønarskatti í Føroyum. Samstundis ber hetta í sær, at hesar persónar í roynd og veru einki rinda, hvørki til samhaldsfasta í Føroyum ella uttanlands ella Trygdeafgift í Noreg, eftirsum gjaldið til Folketrygden í Føroyum verður roknað sum ein inntøkuskattur goldin uttanlands, sum harvið lækkar føroyska restskattin samsvarandi. 

Til spurning 3
Út frá tølunum í skattaskipanini metir TAKS, at talan er um umleið 350 til 400 persónar.

Tølini skulu tó takast við fyrivarni, eftirsum hesir persónar ikki altíð skilja ímillum skatt og Folketrygden, og kemst hetta helst av, at tað fyri hesar persónar er líkamikið skattliga, um tað verður nevnt tað eina ella hitt, sí dømið lýst niðast í svarinum til spurning 2.

TAKS fær ikki útvega neyvari tøl innanfyri ta freist sum er sett til at svara § 52a spurninginum.

Fíggjarmálaráðið, tann 9. mai 2019
Kristina Háfoss
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo