Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Nú skulu Føroyar so taka næsta stigið í tilgongdini, at gerast eitt meira rúmligt, litríkt og tolsamt samfelag.

Nú snýr tað seg um, at øll tey sum eru “fødd í skeivum kroppi”, skulu kunna skifta kyn juridiskt.

Uppskotið er í familju við broytingina av hjúnabandslógini,  og er ein avleiðing av  glíðibreytini.

Okkara kyn verður avgjørt í tí løtu vit verða gitin (um ikki áðrenn tað). Tað liggur í okkara DNA óansæð hvat vit føla, meina, trúgva, ynskja, vilja ella billa okkum inn! Tað er ein illusión, at halda at nakar kann broyta kyn. Hetta er tað sama, sum at avnokta veruleikan.

Tað vil í so fall bert verða eitt falskt og innbilt “kynsskifti”. 

At kúga sannleikan, og ikki at vilja síggja veruleikan í eyguni, hevur einki við persónligt frælsi at gera.

Hetta kann bert føra til politiska kúgan og tyrani.

Kallkyn og kvennkyn hava sjálvandi sama virði sum menniskju, men tey eru og forblíva YMISK   – hurrá fyri tí! 

Er tað ikki júst hetta, sum setur kulør á tilverðuna, og sum skapar ein dynamikk og eina framdrift í okkara mentan? Hvat er trupuleikin við hesum? 

Er hetta ikki gott? Vit eiga at stremba eftir at javnseta kynini sum menniskju, men hava virðing fyri, at tey eru ymisk, og at hetta hevur sítt endamál.

Eiga vit ikki eisini at umsita okkara menniskjaliga tilfeingi burðardygt?

Í sambandi við broytingina av hjúnabandslógini, so var tað nógv frammi, at hetta fór endaliga at avkristna okkara land.

Homoseksualitetur er ein andstygd í Guds eygum, og hetta er á sama hátt ein andstygd (sí 5. Mósebók 22:5). 

At blanda saman tað sum er heilagt og vanheilagt, og tað sum er ekta/natúrligt við tað sum er falskt/ónatúrligt, og at kalla hetta fyri rúmligheit, litríkheit og tolsemi er andstyggiligt.

Tað rætta orðið fyri slíkum er óskil, forvirringur og ólevnaður!

Tað hevur einki við rúmligheit at gera, at legalisera homoseksualitet. Tá vit til allar tíðir, síðan Adam og Evu, bert hava havt og hava tvey kyn  – kallkyn og kvennkyn – so finnst tað bert tann eini samlívsformurin sum er natúrligur - og tað er maður við kvinnu. 

Alt annað er eitt frávik frá tí, sum vit eru ætlaði og skapt til. At javnseta homoseksuel og heteroseksuel parløg í einari og somu lóg, ER at blanda tingini saman, og at samanbera perir við bananir.

Hetta ER ein glíðibreyt – tað gongur sjón fyri søgn. Um hetta ikki er argument nokk, so vilja tey ikki kenna sannleikan. Hetta kann eisini sigast, at vera formaliserað lógloysi!

Og tað steðgar ikki her. Nú snýr tað seg um tey tvørkyndu. Nú skulu vit lóggeva um juridiskt kynskifti.

Hevði tað ikki verið meira í tráð við tíðarandan, og meira politiskt korrekt, at vit heldur gjørdu p-talið kynsneutralt? Tá kundu tey havt sama p-tal aftaná sum áðrenn. 

Anna Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo