Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Hoyringsskriv frá J. F. K. um uppskot til løgtingslóg um veiðigjald.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, legði hin 3. november 2017 fram uppskot til løgtingslóg um veiðigjald.

JFK hevur havt ætlanir um nýtt skip, og hevur í tí sambandi uppsett rakstrarætlanir av nýggjum skipi, fyri at lýsa hvørja ávirkan hetta veiðigjald hevur á eina endurnýggjan. Tað er av stórum týdningi, at skip okkara verða endurnýggjað, tí skipini eru gomul og kunnu í nógvum førum vera at rokna sum 3. deildar skip.

Hetta kunnu vit hvørki bjóða manningum og kundum okkara.

Upp á longri sigt eru nýggjari skip eisini ein fyritreyt fyri, at vit kunnu vera millum fremstu fiskivinnutjóðir.

Í viðmerkingunum til Løgtingslóg um veiðigjald verður skrivað,

Eisini verður roknað við, at fleiri leigað skip vera í føroyskari fiskivinnu, tá nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi verður sett í gildi 1. januar 2018, tískil kann hugsast, at fleiri av feløgunum ikki gera íløgur í skip.

Eftir okkara tykki, er hetta sjónarmiðið burturvið – tað kann ikki verða rætt, at fiskivinnutjóðin Føroyar í framtíðini skal seta sítt álit á, at tilvildarlig útlendsk skip skulu leigast inn í føroyska fiskiflotan – skip, sum kanska ikki eru av bestu góðsku, og sum í nógvum førum vera at roknað sum stutttíðarloysnir.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur fleiri ferðir víst á, at tað ikki er nøktandi, at hansara limir í framtíðini skulu búleikast umborð á skipum, sum verða leigaði til landið í styttri tíðarskeið.
Hetta fer at skapa sera ótrygg arbeiðsviðurskifti.

Vit vilja tí mæla til, at føroyska fiskivinnulógin verður orðað soleiðis, at tað altíð skal verða ein fyrimunur og eitt incitament at endurnýggja skipaflotan.

Tað sum landsstýrið leggur upp til við at leggja høg avgjald á veiðina er, at reiðaríini ikki hava búskap til endurnýggjan. Landsstýrið vísir á sum alternativ, at føroyingar skulu leiga yvirkapacitet frá øðrum.

Í grannalondum okkara, Grønlandi, Canada, Íslandi, Noregi, ES og Russlandi, fer fram ein stór endurnýgging í fiskivinnuflotanum, tí neyðugt er í dag at hava bestu tólini, um ein skal klára seg í kappingini á heimsmarknaðinum.

Tað sum hevur framskunda hesa endurnýgging er eisini, at fíggingarmøguleikarnir í løtuni eru sera góðir og til sera lága rentu, eins og skipasmiðjurnar hava pláss í ordrabókunum.

Men skjótt er, at vit kunnu vera ov seinir á sjóvarfallinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo