Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tiltøk

Í sambandi við at Kunoyar kirkja 1.sunnudag í advent í ár hátíðarheldur 150 ára føðingardagin, hava ymiskar ábøtur verið gjørdar á kirkjuna.

Arbeiðið at umvæla kirkjuna byrjaði fyrst í februar í ár. Síðan tá hevur gudstænasta verið hildin í skúlanum í Haraldssundi.

Øll ravmagns skipanin er gjørd av nýggjum, nýggjar ljósakrúnur og annað ljós er sett upp. Eisini er kirkjan vorðin málað av nýggjum innan. Hetta arbeiðið er nú  komið so væl áleiðis, at gudstænasta kann verða hildin í kirkjuni sunnudag hin 16 juli kl.12.00.

Tað er í hesum sambandi at øll verða boðin til morgun mat í bygdarhúsinum kl.10.30 áðrenn gudstænastuna.

Nakað av arbeiði er eftir at gera uttandura. Ein partur av klædninginum skal skiftast, og kirkjan skal málast uttan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann