Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Innlendis ítróttur

Amerikumaðurin Theodore (Tat) Tucker hevur í farnu viku havt eina venjing saman við føroyska kurvabóltslandsliðnum. Tat, ið er búsitandi í Danmark, er her heima fyri tíðina.

Hann bjóðaði sær at koma og verða við til at venja landsliðið eitt kvøld. Teir báðu landsliðvenjarnar, Pól Jakobsen og John N. Thomsen, tóku av møguleikanum og saman høvdu teir eina venjing. “Frálíkt at fáa úblástur og kunna tosa við venjara, ið einki kendi til leikarar og føroyskan kurvabólt áðrenn”, hildu venjarar okkara fyri.

Tat hevur sjálvur leikt sum yrkisleikari í millum annað Ísrael, Ungarn og Danmark. Tat hevur eisini verið venjari hjá Randers Cimria, ið spæla í bestu donsku deildini. Sum nú er, er Tat hjálparvenjari hjá júst sama liðið.

Fyrireikingarnar ganga væl hjá landsliðnum, leikarar frá Trygd kappingini venja her heima saman við venjarunum, meðan teir tríggir útisetarnar, fyrireika seg saman við teirra liðnum.

Føroyar skal spæla fyrsta dystin móti vertunum úr Gotlandi tann 25.juni.

Landsliðið hevur miðlafólk við á ferðini og til fyrireikingarnar. Dagføringar kunnu síggjast á hesari síðuni: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo