Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

(tilvildarlig mynd)

Hjá monnum eru 5 lið, sum kappast og er kappingin gjørd soleiðis, at 4 teirra sleppa í semifinaludyst, har finalu-luttakarnir verða funnir við einum vinn-ella-forsvinn-dysti. Nr 1 leikar ímóti nr 4, og nr 2 móti nr 3, fyrrnevndu hava heimavøll.

Longu nú er greitt at Sporðdrekin fær heimavøll móti nr 4. Nr 4 sær út til at gerast Hávur úr Klaksvík í tættari kapping við Hamar2.

Hávur hevur spælt sínar heimadystir á Argjum, og ein á Toftum, tí teirra heimavøllur ikki er klárur enn.

Borgarstjórin í Klaksvík hevur sagt, at hesi viðurskifti eru við at koma í rættlag. Virklund Sport vera lidnir at seta kurvarnar upp 30. apríl 2018. Tvs at næsta kappingarár vera kurvabóltsdystir at síggja í Klaksvík.

Hin semifinalan verður millum Hamar1 og føroyameistararnar Ravn. Her sær út til at Hamar1 og Ravnur fara at hittast í kappingini at avgera hvør fer avstað við 2. plássinum, sum gevur heimavøll í semifinaluni.

Leygarkvøldið (17.mars) spældu Hávur og Hamar1 spennadi dyst á Toftum. Úrslitið gjørdist 49-44 til Hamar1. Hávur lá annars til at vinna dystin og førdu við 10 stigum inn í 4. fjórðing, men so fekk ein Háv-leikari sín fimta feil meðan tann næsti fekk ein snudd í knæið og mátti gevast. Hetta gjørdi tað at teir royndu leikarnir úr Hamar 1 fingu sett trumf á tann síðsta fjórðingin og fingu 18 ímóti teimum 4 stigunum hjá Hávi og koppaðu dystinum í evstu løtu.

Semifinala millum nr 1 og 4 verður leygardagin 14. apríl kl. 13.00 í høllini á Argjahamri. Hin semifinalan verður antin á Argjahamri ella Toftum Sunnudagin 15. apríl, hetta er tengt at hvørt av liðunum vinnur sær heimavallarfyrimunin.

Hjá kvinnum eru 3 lið, tvey frá Hamar og eitt frá Hávi. Har er nakað av spenningi um hvørji lið sleppa í finaluna leygardagin 28. apríl. Hamar1 hava tryggja sær luttøku við at vinna allar sínar dystir, meðan Hamar2 og Hávur stríðast um hitt plássið.

Finalan verður heilt víst spennandi, kanska tær rutineraðu úr Hamar1 hava leiklutin sum favorittar.

Stóri finaludagurin verður leygardagin 28. apríl í høllini á Argjahamri, har ymisk undirhaldandi tiltøk vera á skránni.

Niðanfyri sæst støðan hjá monnum og kvinnum: 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo