Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

KVF hevur í seinastuni havt hópin av innsløgum um ein skaða í Havn sjálvandi.

Fór at fregnast um hvat lá í hasum og tað gekk ikki long tíð, so var greitt at orsøkin til spuperdekningin var, at eitt starvsfóllk í KVF var ein partur av skaðanum.

Er tað virkuliga vorðið soleiðis, at KVF kann brúkast til at viðgera privat áhugamál.

Hvat við okkum øðrum, sum eisini hava líknandi ósemjur við onnur feløg, men har KVF ikki metir at tað hevur nakað tíðindavirði.

Hvat við líknandi tíðindum úr Leirvík ella Hvalba ella Eiði, kundu vit spurt. Synd at tey ikki kenna onkran sum starvast í KVF.

Í Grønlandi fekk eitt starvfólk eina uppsøgn, tí viðkomandi hevði borið tíðindir um síni egnu áhugamál. ( les her )

Hvat sigur ein daglig leiðsla til, at hetta kann bera til?

Hetta er einki annað enn skelkandi, at slíkt ber til.

Eitt starvsfólk í KVF hevði herfyri eina sending um, hvussu klikur stýra miðlunum í Russlandi, og hetta má verða tað sum verður innført í KVF nú.

Er tað rætt at ein klika kann stýra einum almennum stovni, sum skal bera objektiv tíðindi til allar Føroyar?

Slíkt eigur og skal fráboðast til stýrið, tí hetta er ein hættislig gongd, um slíkt heldur fram.

Hvat verður tað næsta?

Public service vinur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo