Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

KVF er ikki savnandi sum fyrr. KVF er ein hóttan móti okkara demokrati, serliga av tveimum orsøkum.

Onnur er at KVF er eitt reytt rottureiður og hin er at sjálvheilaga, sjálvrættvísa og sjálvútnevnda 4. statsvaldið heldur seg vera omanfyri hini.

Minsta krav til ein sovornan politiskan hægstarætt skuldi verið at hann var fólkavaldur.

Tað er eisini órættvíst at vit, trý fólk í húsi, sum hava eitt lítið 2-mansvirki, skulu gjalda dupult.

DR brúkar góðar 3 mia, so í mun til fólkatalið burdu 30 mió verið ríkiligt.

Fyri mína skyld kunnu vit gjarna sløkkja lortið.

Henda sjúka joke, at geva vinnulívinum tvungið gjald, ella eykaskatt, er mest at samanlíkna við søgurnar úr Kina, um at familjan hjá deyðadømdum fær rokning fyri riflukúluna sum varð brúkt til avrættingina. Hetta man vera serligur marxistiskur humor, sum tey vinstrahallu halda vera skemtiligan.

Tjóðveldi er ein vandamikil politiskur flokkur, sum vil ofra okkum á marxistiska altarinum. Vælferð og landaskil eru, í teirra eygum, ikki ov stór offur fyri at uppnáa Utopia.

Fyrimyndir teirra fella sum flugur, fyrst Sovjett og teirra satelittstatir, so sum t.d. Albania, sum nógvir føroyskir kommunistar høvdu sum fyrimynd og nú seinni Kuba og Venesuela og eisini meira ella minni mesta av Suðuramerika.

Marxisma og Tjóðveldi er oyðimarkagongd og tað hevur eisini víst seg í nýggjari tíð, at Tjóðveldi dugir ikki politiskt handverk, les bókina hjá Sjúrður Skaale um tápuliga loysingarumblið við donskum blokkstuðuli, sum onki hald var í, og so nú hesa marxistisku fiskivinnunýskipan, sum kemur at leggja landið lamið.

Tjóðveldisspunasmiðir eru í ørviti og vandamiklir!

Beinir Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo