Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Mítt tastatur

Hóast ÚF og SVF helst munnu hava gjørt eini 400 innsløg um skattamálið hjá Eik, so hevur verið sera lítið at hoyrt um hetta mál í KVF í fleiri mánaðir.

Men í gjárkvøldið upplivdu vit ”gamla KVF” í besta Jan Lamhauge og Liljan Weihe stíli møsna um hetta mál, sum annars hevur rakt KVF meint við innanhýsis ófriði, uppsøgnum osfr.

At redaktørurin í manipulerandi  tíðindainnslagnum í gjárkvøldið hoyrir til tann veingin í aktueltdeildini, sum hevur svorið trúskap til Liljuna Weihe og Jan Lamhauge, mundi neyvan koma óvart á nakran lurtara.

At KVF einki stýri hevur í løtuni vita vit øll, men nýggjur stjóri er júst settur, og tað kennist ódámligt, um hann ókritiskt góðtekur, at skattamøsnið hjá Jan Lamhauge ótarnað sleppur at halda fram.

Kanska roynir Lamhauge&Weihe vongurin í tíðindadeildini at avprøva nýggja stjóran, fyri at vita, hvar markið gongur.

Fútin tykist ikki at hava fingið nakran kritiskan spurning frá mikrofonhaldaranum, og innslagið hevði helst einki annað endamál, enn einaferð enn at gera Eik banka til lógbrótara.

Skattamálið varð annars meldað til løgregluna í august 2017.

Men nú vit skriva 2019 eru fútin og hansara SØIK fólk í Keypmannahavn ikki liðug við at granska tey fýra ringbindini við skjølum.

Sambært KVF dregur arbeiðið út, vegna hvítvaskingarmálið í Danske Bank og gøluna í Sosialstyrelsen, har ein kvinna hevur stjolið meira enn 100 mió. kr.

Innslagið í gjárkvøldið hevði hóskað betur í eini ólavsøkukabarett, enn í einum public service tíðindastovni.

Gølan í Sosialstyrelsen varð annars fyrst avdúkað 14 mánaðir eftir at Eik málið varð meldað, so hetta kann neyvan hava darvað kanningararbeiðinum.

Fútin segði annars í 2017 at skattamálið hevði ”høj prioritet”, av tí at málið hevði stóran samfelagsligan áhuga.

Hetta kundi ikki skiljast øðrvísi enn at løgreglan skuldi arbeiða skjótt.

Tey flestu munnu kortini hava ein illgruna um, at hetta mál neyvan hevur nakra høga raðfesting hjá løgregluni, so helst sleppa vit at bíða eini 2 ár afturat áðrenn nakað hendir.

Tey fýra ringbindini av EIK skjølum átti fútin og SØIK fólkini annars at fingið avgreidd í onkrum kaffisteðgi, meðan tey arbeiða við 100 millióna tjóvarínum hjá Britte Nielsen og hvítvaksingini fyri milliarda upphæddir í Danske Bank.

Skal mann trúgva KVF, so hevur Jan Lamhauge gjørt alt fyrireikandi arbeiði fyri løgregluna og sambært ”objektivu” dokumentarsendingunum metir Jan skattamálið at vera ”pínliga einfalt.”

John Kølbæk fúti hevur tí ikki fyri neyðini at brúka stórvegis orku uppá hetta mál.

Hann kann bara byrja at skriva ákæruritið.  

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo