Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Í opnum brævi til undirritaða spyr Edmund Joensen, tingmaður, “hví ger KvF mun á politisku flokkunum?” Einfalda svarið er, at tað ger KVF ikki. Edmund Joensen hevur ómakað sær við at nevna dømir um hetta, sum vit tí ynskja at viðgera í størsta álvara.

Edmund Joensen samanber tíðindaflutningin hjá KVF frá landsfundunum ávíkavist hjá Sambandsflokkinum í Havn 10. mars og hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum í Klaksvík 7. apríl. Edmund Joensen metir, at landsfundurin hjá Sambandsflokkinum ikki var eins væl dekkaður sum landsfundirnir hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.

Tey munnu vera fá, sum hoyra og síggja allar tíðindasendingar í KVF. Tí hava vit her gjørt eitt yvirlit yvir tíðindini, ið vit bóru frá landsfundunum.

Sí alt svarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo