Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Mítt tastatur

Næstseinasta leygardag vórðu virðislønir veittar journalistum  á árliga ”FUJ graverdag”.

FUJ merkir Foreningen for undersøgende journalistik.

Fleiri virðislønir vórðu latnar.

M.a. ”graverprisen”, sum verður latin teimum, ið hava dugað best at grivið.

Vinnarar 2017 gjørdust tríggir journalistar frá finans.dk.

Teir høvdu skrivað um “Det store afgiftslotteri” og hvussu bilasølur í Danmark høvdu spekulerað í skrásetingargjøldum. 

Tað skemtiliga við kappingini hesaferð var, at skattamálið hjá Eik var innstillað til árliga graverprisen.

Tað eydnaðist kortini ikki Liljan Weihe, Jan Lamhauge, Barbaru Holm o.fl. at vinna á hesum sinni.

Tað kann journalistiska fakið helst bert fegnast um.

At KVF dúgliga manipulerar við sínum dokumentarsendingum, tær um fiskivinnu/reiðarabandittar og "skattamálið", er einki nýtt.

Men at fólk á stovninum eru so ósmæðin at innstilla ”skattamálið” til graverpris vísir bert, at sjálvkritikkur er eitt ókent hugtak í sjálvsfatanini hjá ávísum tíðindafólkum.

Í sendingunum um skattamálið hevur KVF tilvitað krógvað týðandi upplýsingar, samstundis sum hálvar og heilar lygnir verða bornar út í hvørja stovu í landinum.

Journalistiskar meginreglur eru settar heilt til síðis av tvangsfíggjaða KVF stovninum.

Tær avdúkingar, sum eru komnar fram seinasta mánaðan, og sum KVF, in.fo og portal.fo ikki nevna við einum orði, eru ræðandi.

Hevði FUJ havt eina kapping um ”Årets manipulationspris”, hevði KVF verið ein upplagdur kandidatur at vunnið ”heiðurin”. 

KVF hevur 60 ár á baki, men trúvirðið í dag man vera søguliga lágt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo