Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti eina nevnd at greina føroysku fiskivinnuna.

Serfrøðinganevndin bleiv mannað vi alskyns frøðingum, ella skúlabørnum úr Danmark, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum tók til í R7.

Tað var næstan ein treyt at liminir í nevnduni helst ikki kendu tosk frá hýsu.

Nú er KVF farið undir eina sendirøð, við navninum “Skilir tú fiskin”.

Nú veit eg ikki um sendirøðin er bíløgd av nøkrum, men higartil er leisturin júst tann sami, sum hjá “Serfrøðinganevndini” hjá landsstýrismanninum.

Higartil eru bert frøðingar av ymsum slagi komnir framat mikrofonini.

Hvat við at spyrja ein fiskimann, fiskiskipara ella reiðara um hann skilir fiskin?

Ein persón sum alt sítt arbeiðslív hevur starvast í fiskivinnuni.

Fiskimaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo